Tann, sum er komin fram við í Heiðinum í Trongisvági, eftir tí niðara vegnum, hevur uttan iva lagt merki til tað avbera vakra stabbagrótið, sum liggur í ovara borð á vegnum, beint við bedingina og handilin hjá Bærendsen, beint innan fyri bakaríið hjá Gaard.
Og á tiltakið á Seglloftinum í gjárkvøldið í samandi við umhvørvisvikuna hjá Tvøroyrar varð maðurin, sum tók stig til hetta, heiðraður.
Bjarni Hammer, formaður í Trivnaðar- og Umhvørvisverndini hjá Tvøroyrar Býráð, vísti á, at tað eru longu eini 12 ár síðani, at Hallur í Heiðinum gav Tvøroyrar Kommunu hetta stykkið við tí endamáli at fríðka um tað, og so at minnisvarðin yvir Rasmus Effersøe eisini kundi flytast oman har, so at hann sæst betri hjá fólki, ið koma framvið.
Tað var økið bara bakki, men í tí sambandi vísti Hallur í Heiðinum eisini á, at hann hevði hoyrt, at heilt serligt stabbagrót var undir moldini, men at tað varð vorðið tyrvt undir í mold.
##med2##
Tað hendi ikki so nógv tey fyrstu árini, men fyri nøkrum árum síðani tók býráðið ætlanina fram aftur.
Hallur í Heiðinum var í býráðnum tá og hann umrøddi møguleikan at taka moldina oman av fyri at fáa stabbagrótið undan aftur.
Og síðani hava arbeiðsfólk hjá kommununi fingið moldina oman av og hava reinsað stabbagrótið, og minnisvarðin yvir Rasmus Effersøe stendur so beint oman fyri stabbagrótið.
##med3##
Tá ið Bjarni Hammer handaði Halli í Heiðinum heiðurbrævið, takkaði hann fyri vælvildina, at kommunan fekk stykkið fyri einki og at hann hevði fylgt uppskotinum upp um at fáa stabbagrótið undan aftur.
Heiðursbrævið er ein tilgjørd mynd av stabbagrótinum sum Thomas Skipper hevur gjørt.
Tá ið Hallur í Heiðinum takkaði fyri heiðurin, vónaði hann, at hetta serstaka plássið verður til gleði og gagn hjá fólki.