Tvørafólk mugu nú ansa sær

Frá mánadegnum av mugu tvøráfólk og onnur, ið hava ørindi á Tvøroyri, minnist til at seta pakeringsskivuna, tá tey seta bilin frá sær. Mánadagin setir nevniliga Tvøroyrar kommuna tíðaravmarkað parkering í verk í miðbýnum, so at bilar ikki sleppa at standa longri enn tveir til tríggjar tímar í ávísum básum.


Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, upplýsir, at skipanin fevnir um nøkur kommunal parkeringspláss, umframt parkeringsplássini hjá nøkrum handlum og stovnum, ið hava ynskt tað.


- Hetta er ein liður í ferðslutrygdarætlanini, ið Tvøroyrar kommuna samtykti í 2007, og er eitt ynski, ið fleiri hava havt í nøkur ár, so nú royna vit tað. Talan er um kommunalu parkeringsplássini, umframt plássini uttanfyri Bónus, omanfyri Smiðjuna, uttanfyri Eik, Strandferðsluna og posthúsið sigur Kristin Michelsen.


Tvøroyrar kommuna hevur sett ein parkeringsvørð at røkja starvið, og er viðkomandi góðkendur av fútanum.