Peninganeyð
Tvøroyri: Tað gongst avbera illa at fáa fígging til tað stóru norðurlendsku róðrar- mentanarstevnuna, sum verður á Tvøroyri í summar.
Jonny Dimon á Suðuroyar Kunningarstovu, sum samskipar stevnuna, sigur, at tey hava sent eina ørgrynna av brøvum bæði til kommunur í Suðuroynni, umframt til stovnar og fyritøkur ymsastaðni í landinum, men enn hevur úrtøkan verið sera soltin.
Fleiri hava svarað umbøn okkara aftur, men tíverri hava øll svarini verið noktandi, sigur hon.
? Annars samtykti Tvøroyrar Kommuna í fjør at stuðla tiltakinum við 100.000 krónum. Men umframt tað, er tað bara ein kommuna, sum hevur játtað at stuðla tiltakinum og tað eru vit sera takksom fyri.
Yvir 200 fólk
Hon vónar tó, at fleiri fara at lata frætta frá sær sum frá líður, tí talan er um eitt rættiliga stórt tiltak, sum kostar nógvan pening at fyriskipa og stuðulin, sum fyribils er fingin til vega, strekkir verri enn so til, tí talan er um eitt rættiliga stórt og umfatandi tiltak.
? Fyribils hava yvir 200 fólk úr Hetlandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi meldað til. Men tilmeldingarfreistin er ikki úti enn, og vit vænta nakað av fólki afturat, eitt nú úr Íslandi og kanska eisini grønlendingar, sigur Jonny Dimon, tí tað eru nógv, sum hava boðað frá áhuga. Harumframt eru fitt av fólki væntandi ymsastaðni úr Føroyum.
Mangla gisting
Í Suðuroy er ikki so nógv hotellpláss, so ætlanin er fyri ein part, at fólk eisini skulu gista í skúlunum í Tvøroyrar Kommunu.
Men talan er fyri ein part um eldri fólk, sum eru farin um tann aldurin, har tey liggja væl í einum soviposa á gólvinum.
Tí heitir Jonny Dimon á fólk um um at siga frá, um tey vilja hava onkrar gestir hesar dagarnar, stevnan er. Hon vónar, at fólk kundi havt áhuga í at havt tað, sum nevnist ból og biti?, har gestirnir fáa song og morgunmat fyri einar passaliga upphædd, tað sum aðrastaðni eitur Bed and Breakfast.
? Vit hava stórligabrúk fyri fleiri gistingarmøguleikum, so bónandi bjóða fólk seg fram at hýsa fólki hesara dagarnar, tí tað hevði komið sera væl við.
Róðrar og mentanarstevna
Hendan Róðrar- og Mentanarstevna, sum talan er um, verður á Tvøroyri í døguum frá 9.-11. august undir heitinum ?Nordisk Ro- og Kulturtræf.
Endamálið við stevnuni er júst at menna áhugan fyri føroyska bátinum. Eydnast stevnan á Tvøroyri væl, er ætlanin at skipa fyri slíkum stevnum í onkrum av hinum londunum eina aðru ferð, um hugur er til tess og at gera hetta til ein fastan tátt í norðurlendska samstarvinum, kanska annaðhvørt ár.
Á stevnuni er kappróður við føroyskum bátum ímillum manningar úr teimum ymsu norðurlondunum. Men ætlanin er eisini at vísa fram útlendskar bátar og tað er eisini ætlanin at grønlendingar koma hendavegin at vísa fólki kynstrið at rógva í kajakk.
Men tað er ikki bara kappróður á stevnuni, tí á skránni verður eisini ein hópur av mentanarligum tiltøkum av ymsum slagi