Herfyri var endaumfarið í hondbólti hjá dreingjum 12 b. Hesaferð varð endaumfarið á Tvøroyri og hetta er fyrstu ferð, at eitt endaumfar er á Tvøroyri yvirhøvur, so tað var ein søguligur dagur.
Kappingin varð í høllini í Trongisvági og tað vóru fýra lið í kappingini: TB, KÍF, H71 og Kyndil b.
Hondbóltur er gomul ítrótt á Tvøroyri, men hjá monnunum datt tað niðurfyri í nítiárunum, tá ið kreppan var og fráflytingin var stór. Men nú verður so roynt at bygt uppaftur.Og fyribils sær út til at vignast væl, tí í hesum endaumfarinum vunnu tvøradreingirnir allar sínar dystir og sostatt vunnu teir eisini kappingina.
Standandi frá vinstru eru tað: Kári venjari, Jákup, Kjartan, Athur, Gilli og Birgir venjari. Sitandi frá vinstru eru Jarmund, Teitur, Patrik, Heini og Ragnar og tann, sum liggur vinstrumegin eitur Margeir og hin eitur Rógvi










