Tvær virðislønir til Føroya

 

Faroe Islands Podcast vann tvær virðislønir í ársins European Podcast Awards - tann fyrra sum Ársins Evropeiski Podcast í "non-profit" kategoriini, sum er ein av fýra kategorium í kappingini - og so tann seinna sum besti "non-profit" podcast í Danmark.

 

Vinnararnir í European Podcast Awards 2011 eru nú avdúkaðir. Fyri at fáa heiðurin sum nr. 1 í "non-profit" kategoriini, mátti Faroe Islands Podcast vinna á meira enn 2.000 kappingarneytum úr níggju ymiskum londum.

 

- Okkara podcast er lítil og snýr seg um eitt lítið land, og vit vóru upp móti stórum kappingarneytum. So, vit eru sera bilsin og glað um, at vit vunnu.

 

Tað sigur Matthew Workman, sum stovnaði podcastin í 2009 saman við føroyska vini sínum, Tollakki Hansen.

 

Hann leggur aftrat, at vónandi fer hetta at fremja málið um at vekja ans í heiminum fyri, hvussu framúrskarandi Føroyar eru.

 

- Sjálv gongdin við, at útnevna bestu podcastarnar í European Podcast Awards byrjaði síðsta summar, har lurtarar kundu velja út og atkvøða fyri teirra yndispodcastum. Ein dómsnevnd við serfrøðingum úr øllum Evropa dømdi podcastarnar og staðfesti endaligu støðuna. Meira enn 2.000 podcastar vóru útnevndir, og meira enn 1 miljón atkvøður vóru við í atkvøðugreiðsluni.

 

Vertur í Faroe Islands Podcast er Matthew Workman, journalistur við støði í USA, og framleiðari er Tollakkur Hansen, sum býr í Sandavági. Elin Brimheim Heinesen og Michael Reveal fullfíggjað podcast toymið í Føroyum.

 

Hetta verður sagt í tíðindaskrivi, sum sent er miðlunum í dag.