iArbeiðið at Byggja nýggja ítróttarhøll á Sandi gongur so mikið væl, at arbeiðið er framman fyri tíðarætlanina.
Mikudagin vitjaðu landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, og stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, byggiplássið. Bæði vóru tey væl nøgd við gongdina í byggingini.
- Hetta sær gott út. Byggiarbeiðið hevur gingið væl, og í løtuni eru vit tvær vikur framman fyri tíðarætlanina, sigur stjórin á Landsverki.
Ætlandi verður høllin innilokað í oktober mánaða í ár.
Eisini landsstýriskvinnan í mentamálum fegnast við tað, hon sá á Sandi.
- Hendan høllin verður avgjørt millum bestu hallir í landinum, og eg ivist ikki í, at hon verður til stóra gleði fyri sandoyingar.
Høllin fer ikki bara at kunna hýsa øllum innandura ítróttargreinum, sum verða íðkaðar í Føroyum.
- Hon kann eisini vera við til at lyfta mentanarlívið í oynni, sum til dømis til at hýsa sjónleiki, tónleiki og øðrum mentanartiltøkum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tá høllin er liðug fyrst í august næsta ár, verður hon latin kommununum í Sandoynni, ið síðani koma at eiga og reka høllina.
Høllin á Sandi er 1.250 fermetrar, sum er ein miðal stødd fyri føroyskar ítróttarhallir og hon kostar 27,0 milliónir krónur.
Tað er Selmar Nielsen Arkitektur, ið hevur teknað høllina. Articon hevur gjørt jørð- og rørarbeiðið og íTG-Verk, er høvuðsarbeiðstakari fyri sjálvari byggingini. Mentamálaráðið eigur verkætlanina, men tað er Landsverk, sum er byggiharri. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt 9. august 2012.










