Tvær vikur í arbeiðslívinum

10. flokkarnir á Tvøroyri í starvsvenjing

STARVSVENJING

Nú eru næmingar aftur úti og royna seg á ymsum starvsstøðum. Vit hava verið og prátað við fimm næmingar í 10. flokki úr Tvøroyrar skúla, sum eru í starvsvenjing í Havn

Svímaði hjá djóralæknanum

Mirjam Nattestad úr Hvalba er í starvsvenjing hjá Djóralæknatænastuni í Havn. Hon er ein sannur djóravinur, og hon hevur altíð ynskt sær at arbeitt við djórum. Nú hevur hon vissiliga fingið ynskið at ganga út.
Hon hevur arbeitt við djórum dagin langan hesar síðstu 14 dagarnar. Hon hevur hugt, meðan djór hava verið undir skurð, og her hevur hon eisini hjálpt til. Síðani hevur hon arbeitt við neytum, hundum, kettum og kaninum.
Fyrsta dagin Mirjam var í starvsvenjing, var hon hjástødd, meðan djóralæknin trak tenninar úr einum hundi, sum hevði munnbruna. Hetta var ov nógv av tí góða, og hon small beint í gólvið.
Mirjam er í roynd og veru yvirraska, at hon sleppur at gera so nógv áhugavert. Hon fylgir læknunum, har teir fara. Læknin kann enntá vekja Mirjam á miðjari nátt, um okkurt áhugavert kemur fyri.
- Hjá djóralæknunum er betri enn eg hevði væntað, sigur Mirjam.
Hon hevur altíð ætlað sær at lært til djóralækna, og nú er hon vís í, at tað er hennara lívsmál, sjálvt um tað krevur góð skúlaummæli og langa lærutíð.


Ein avbjóðing í ÚF

Theresa Hentze úr Trongisvági er í starvsvenjing í Útvarpi Føroya.
Hvønn dag finnur og spælir Theresa tónleik til sendingar. Eisini er hon við til ljóðupptøkur til jólakalendaran og sær, hvussu alt gongur fyri seg. So hevur hon úr at gera við tíðindum, barnaløtuni og mongum øðrum.
Øll eru blíð og fitt móti henni, og hon hevur sjáldan einki at gera.
?Alt tað, sum eg arbeiði við, er nakað eg havi hug til, sigur Theresa.
Tað einasta, Theresa heldur verða keðiligt, er, tá hon einki hevur at fáast við, men tíbetur kemur tað sjáldan fyri.
Theresu dámar væl at arbeiða í útvarpinum, men hon ætlar sær tó ikki at arbeiða innan fyri hetta yrki.
-Í útvarpinum kanst tú rættiliga bjóða teg sjálvan
av, leggur Theresa afturat.


Tórshavnar skipasmiðja

Hanus Toftheyggj úr Hvalba og Janus Jespersen úr Øravíkarlíð eru í starvsvenjing á Tórshavnar skipasmiðju.
Hví teir júst valdu skipasmiðjuna, vita teir ikki.
- Tað ljóðaði áhugavert at sleppa at skrúa, og onkrastaðni skal ein jú fara!, sigur Janus.
Teimum dáma sera væl at arbeiða á skipasmiðjuni, og teir læra nógv, sum kann verða teimum til nyttu. Hanus og Janus arbeiða millum annað á skipunum Norrønu og Phøniks.
Tað er ikki bert arbeiðið, sum ger, at teir trívast, men helst tað, at teir kenna seg væl millum hini starvsfólkini.
- Vit eru við allastaðni og verða ikki skúgvaðir til viks, sigur Hanus at enda.


Spenandi á Løgreglustøðini

Annika Vang av Tvøroyri er í starvsvenjing á løgreglustøðini í Havn.
Her valdi hon at fara, tí hon hevur altíð havt áhuga innanfyri hetta starvið, og hon ætlar sær kanska at læra til løgreglukvinnu seinni.
Annika hevur verið úti fyri mongum spennandi og áhugaverdum í starvsvenjingartíðini.
Hon hevur rættiliga upplivað løgreglulívið, har hon hevur roynt seg á narkodeilduni, verið í brummuni og enntá verið við løgregluni í sambandi við eitt ferðsluóhapp.
? Mær dámar rættiliga væl, og alt er nýtt og spennandi, sigur hon.
So hevur hon eisini verið á fútaskrivstovuni, í rættinum og koyrt patrulju. Anniku dámdi best at vera við til hundavenjingina í fjøllunum. Tá skuldi hon renna undan hundunum við einum plastikarmi, sum teir royndu at bíta í.
- Vist havi eg havt eina kunnandi tíð, sigur Annika væl nøgd.
Sostatt enda summi við at svíma og fáa sín dreym uppfyltan, og onnur læra eitt sindur meira um seg sjálvan upp á tvær áhugaverdar vikur.