Tvær uppgerðir

Mikudagin verða tveir dystir í hondbóltskappingini hjá kvinnum leiktir.

Í Havn fær Kyndil vitjan av Søljuni, sum í ár hevur lyft seg nakað burtur úr botninum, har tær annars hava verið fastur partur seinnu árini. Hvussu langt tær gulu kunnu koma frá niðaru sessunum, veldst millum annað um, hvussu tær fara at standa seg í dystunum móti eitt nú Kyndli. Og tí er helst eingin ivi um ,at tær ætla sær bæði stigini mikudagin.
Í Runavík kemur VÍF á vitjan. Heldur ikki her tykist vera stórvegis ivi um, hvat lið er favorittur at vinna dystin. Enn hevur Tjaldur so einki stig fingið, og tær úr VÍF ætla neyvan, at tær skulu verða tær fyrstu, sum missa stig móti avgjørda botnliðnum.


Sunset kappingin
dagurkl.dysturdómarar
08.1220.00Kyndil - Sóljan Kári Hansen & Dánjal Hansen
08.1220.00 Tjaldur-VÍFEyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen