Tvær tinglønir er órímiligt

Løgtings- og fólkatingslimurin Lisbeth L. Petersen heldur tað vera órímiligt og skeivt, at ein føroyskur fólkatings- og løgtingslimur fær tvær tinglønir, hóast hann fer í farloyvi í øðrum sessinum

25. mai hugdi Sosialurin nærri at fráveruni hjá tingmonnum, síðani ABC-samgongan tók við, og 8. juni úttalaði løgtingsformaðurin Edmund Joensen seg um fráveruskipanina, sum hann ikki helt vera nøktandi. Somuleiðis helt fólkatings- og løgtingslimurin Høgni Hoydal, at onnur mánaðarlønin, hann og Lisbeth L. Petersen fáa, skuldi verðið tikin burtur, um fólkatingslimirnir ikki megna at røkja báðar sessir og tí velja at fara í farloyvi.

Fær bert eina løn
Lisbeth L. Petersen er saman við Høgna Hoydal føroyski fólkatingslimurin, sum eisini er í føroyska løgtinginum, og hon heldur somuleiðis, at tað er órímiligt, at ein fólkatingslimur fær sína fólkatingsløn umframt løgtingslønina, hóast hann fer í farloyvi í øðrum tinginum. Í áðurnevndu grein varð sagt, at tingmenn fáa fulla mánaðarløn, hóast teir fara í farloyvi, men hetta er ikki heilt rætt sambært Lisbeth. L. Petersen.
- Ein tingmaður fær bert í løn í farloyvi, um hann fer í fólkatingsfarloyvi, og um orsøkirnar eru aðrar, fær hann ikki løn, sigur fyrrverandi formaður Sambandsfloksins. Sjálv hevur hon sostatt møguleikan at fáa tvær lønir, um hon fer í farloyvi vegna fólkatingsørindi, men hetta metir hon verða órímiligt.
- Tí biði eg altíð um vanligt farloyvi uttan løn, tá eg fari í farloyvi, og umframt hesi motivini er tað alt ov kostnaðarmikið fyri løgtingið, um bæði tingmaður í farloyvi og eykamaður skulu hava mánaðarløn, sigur Lisbeth. L. Petersen
Spurd, hví hon ikki hevur latið eykamann koma inn, tá hon sambært talvuni hevur verið triðmest fráverandi føroyski tinglimurin, sigur hon, at tað higartil ikki hevur verið neyðugt, og at tað er gjørligt at røkja tveir tingsessir, hóast ein so onkuntíð forsømir.
- Eg havi higartil ikki forsømt nakað samanhangandi tíðarskeið, men talan hevur bert verið um einstakar dagar her og har, og tí hevur farloyvi ikki verið neyðugt, sigur Lisbeth L. Petersen.

Óneyv skráseting
Viðvíkjandi uppmøtingarskrásetingini í tinginum sigur Lisbeth, at hon als ikki er eftirfarandi.
- Tað kemur meiri enn so fyri, at tingmenn skráseta seg við korti klokkan 10, og so eru teir horvnir aftur fimm minuttir seinni, meðan aðrir sita ein heilan dag, so skrásetingarskipanin er ikki serliga eftirfarandi, tá uppmøtingin í tinginum skal kannast, sigur Lisbeth L. Petersen.
Í løtuni skal farloyvi vera minst 10 dagar, og meðan løgtingsformaðurin Edmund Joensen heldur, at hetta tíðarskeið skal minka, so farloyvi oftari verður tikið í nýtslu, er Lisbeth ósamd.
- Minimum 10 daga farloyvi er hóskandi eftir mínum tykki. Í Grønlandi kann ein tingmaður fara í farloyvi ein dag og lata eykamann koma inn, og tá er skjótt, at hetta verður misbrúkt, sigur løgtings- og fólkatingslimurin. Hon sigur, at tá óbehagilig og umstrídd mál eru á skránni, renna fleiri tingmenn í Grønlandi frá ábyrgdini og lata eykamann koma inn, so 10 dagar er eftir hennara tykki hóskandi.