– Á konsertini fer kórið at framføra eina fjølbroytta og krevjandi skrá, sum fevna um alt frá flottum afrikanskum spirituals til dupultkór eftir Johannes Brahms, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Kórið hevur havt eitt sera virkið vár, og eisini fingið fleiri heiðurslønir hetta várið, m.a. á føroyska kórfestivalinum í Løkshøll.
Konsertirnar eru ein týðandi liður í fyrireikingini hjá kórinum til luttøku á stóra týska Johannes Brahms kórfestivalinum í Týsklandi, har kórið fer at luttaka í trimum ymiskum kategorium í døgunum 2. - 8. juli 2019.
Báðar konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum. Kórið vónar, at nógv vilja deila løturnar saman við okkum.
Aftan á konsertina í Gøtu kirkju verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##