Tvær summarkonsertir í dag

Gøtu kirkju ungdómskór hevur tvær summarkonsertir í dag 26. juni.

 

Tann fyrra er í Listasavni Føroya Havn klokkan 15, og tann seinna í Gøtu kirkju klokkan 19.30.

 

Kórið fer at framføra tey verk, sum kórið hevur arbeitt við síðsta árið, og sum kórið framførdi á kórfestivali í Eysturríki í mai í ár. So skráin er samansett av rútmiskum accapella verkum og meira klassiskum verkum (nýggjari og eldri).


 

Kórið telur í løtuni 27 ungdómar, sum koma frá allari Eysturoynni og Norðoyggjum.

 

Konsertin í Gøtu kirkju er ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemi hjá kórinum.