Tvør­stongina frá sigrinum

Víkingur var bara breiddina á tvørstongini frá at fáa trý stig í Gundadali, men eydnan var ikki við gestunum, sum nú er seks stig aftanfyri B36. Fyri HB glapp tað aftur í evstu løtu

Dysturin í Gundadali er akku­rát byrjaður og Víkinga við­halds­fólkini hava illa nokk sett seg, tá tey reisast av gleði. Eitt innlegg úr høgru endar við at Símin Hansen leggur Víking á odda. Dysturin er bara tveir minuttir gamal og HB hevur aftur ryggin móti múr­inum og tað uttan skadda liðskiparin, Fróða Benjaminsen. Fá vóru tey, ið góvu HB nakran møgu­leika eftir hetta.

– Símun kann ikki gera tað sjálvur
Soleiðis sigur síðumaðurin, tá ongin HB’ari kemur honum til hjálpar á vinstra vongi í einum HB álopi. Viðmerking er væl grund­að, tí ongin leikari vendur einum dysti sjálvur. Tað ger Símun tó næstan, tá hann fyrst fær brotsspark, ið Jón Krosslá Poulsen umsetur til mál, og løtu seinni leggur HB á odda.
– Hatta er kanska klárasta brots­sparkið eg nakrantíð havi fingið, segði Símun Samuelsen eftir dystin. Tað er heldur ongin á Víkinga­liðnum, sum mótmælur av­gerðini hjá dómaranum.
Tá klokkan vísti 31 minuttir verður Símun Samuelsen sendur avstað í vinstru síðu. Avleveringin er góð og málmaðurin kemur út ímóti. Símun velur at sparka bóltin høgt uppum málmannin. Eina løtu hevur bólturin hug at leita sær skeivu megin stongina fyri Símun.
– Tað gekk long tíð frá tí eg rakti bóltin til hann fór í málið. Fyrst sá hann út til at fara við síðuna av, men beint áðrenn so fór hann røttu megin stongina, sigur Símun Samuelsen.
Hetta er ikki fyrstu ferð Símun hevur skotið líknandi mál fyri HB.
– Vit avtalaðu at tá vit vunnu bóltin, so skuldi eg leita aftur um verjuna hjá teimum, tí mið­verjarnir hjá teimum leita breitt tá Víkingur hevur bóltin, sigur Símun víðari.

Víkinga trýst
Eftir málið og fram til dystarenda trýstur Víkingur fyri at fáa út­javnandi málið. Víkingur hevur fleiri góðar royndir á HB málið og sum tíðin gongur gerast tær vandamiklari og vandamiklari. Tvær ferðir stúta víkingar á HB málverjan tætt undir málinum.
Tveir minuttir fyri tíð bragdar hjá Víkingi. Sum ikki eina ferð er Finnur Justinussen, ið skorar. Hann kemur at standa væl fyri inni í brots­teiginum og stútar bóltin í mál. Frammanundan hevði Finnur verið í líknandi støð­um, men umsetti ikki til mál.
Seinastu minuttirnar hevur Víkingur upp til fleiri møguleikar at geva HB mønustingin. Serliga Páll Klettskarð er nær við, tá hann skjeyt á tvørstongina, men eydnan var ikki við Víkingum.

Báðir partar vónbrotnir
Í HB kunnu teir ergra seg um, at teir ikki megnaðu at halda tætt móti endanum. HB vísti góðan stríðsvija og var tveir minuttir pluss tað leysa frá at vinna ein týdningarmiklan sigur. Hinvegin, so var Víkingur omaná tað mesta av dystinum og tað var fult uppiborði, tá teir javnaðu. So­statt kunnu báðir partar fara vón­brotnir heim eftir dystin.

Nýggi HB miðvallarin
Á HB miðvøllinum er ein nýggjur leikarari farin at gera um seg, talan er um 18-ára gamla Trónd Jensen, sum á fyrsta sinni byrjaði inni, tá Sigfríður Clementsen tók við sum venjari móti B36 stutt undan steðginum.
Í gjár var hann aftur á mið­vøllinum og hevði upp til fleiri royndir móti Víkinga málinum. Ungi havnarmaðurin hevur longu skotið tvey mál og er eitt sind­ur bilsin av at verða komin so brádliga á liðið.
– Hetta er alt hent so knapp­iligt, men eg royni bara at venja meg við leikferðina so skjótt eg kann. Eg fái góða hjálp frá mínum liðfeløgum, sum stuðla mær, sigur Trondur Jensen, sum spældi allan dystin á miðvølliinum.
– Tað er sjálvandi nógv trýst á okkum í løtuni, bæði á og uttanfyri vøllin, men vit mugu bara stríðast víðari, sigur Tróndur víðari um støð­una hjá HB á stigatalvuni.