Tvær á stjørnuliðið

    

Sum siður er í slíkum kappingin, sum Challenge-Trophy er, so skuldi eisini eitt stjørnulið, eitt All-Star team, takast út.
Hetta varð gjørt á tann hátt, at venjararnir hjá ymsu londunum greiddu atkvøðu um, hvørjar leikarar teir hildu vera tær bestu í kappingini, og síðani varð eit lið sett saman út frá hesum.
Og her vísti tað seg so, at tvær av føroysku hondbóltskvinnunum vóru at finna á liðnum.
Ikki heilt óvæntað var Gunnleyg Berg onnur teirra. Við framúr strikuspæli var hon alla tíðina ein av lyklunum í føroyska spælinum, og hóast mótstøðuverjurnar royndu at byrgja fyri, so megnaðu tær ongantíð at steðga hesum partinum av føroyska spælinum.
Afturat sær á stjørnuliðið fekk Gunnleyg so Simonu Hansen, sum varð kosin besti høgri bakkur í kappingini. Ikki minst man tað vera skotstyrkin hjá Simonu, sum hevur imponera mótstøðuvenjararnar somikið nógv, at tey valdu hana til ársins leikara.
-jm