Tvær Ísraelsferðir

Tíðindaskriv
----------

Í nógv ár hava føroyingar ferðast til Ísraels og uppliva tey heilagu støðini, sum ein hevur lisið og hoyrt um í Bíbliuni. Millum annað hevur verður siglt á Genesaretvatninum, svomið í Deyðahavinum, vitjað á Massada, í Betlehem, í Nasaret og ikki minst, vitjað kenda Jerúsalem!
Fleiri føroysk ferðaløg skipa fyri ferðum til Ísraels, og nú er aftur høvi at fara avstað í føroyskum ferðalagi. Fólk við tilknýti til Ísraelsmissiónina skipa fyri tveimum ferðum næsta árið.
Miðskeiðis í oktober 2010 verður gjørd ein spennandi ferð bæði til Ísraels og Jordan.
Á hesi ferðini upplivir ein tey heilagu støðini, sum frammanundan eru nevnd. Sum nakað eyka á hesum túrinum verður eisini farið til Jordan. Har kann ein millum annað fara á Nebofjall, haðani Móses sá inn í tað lovaða landið og vitja tann heilt ótrúliga og spennandi býin Petra! Vitjað verður eisini í Negevoyðimørkini eins og feriubýin Eilat, sum liggur við Reyðahavið. Hetta er ein ferð bæði fyri tey, ið hava verið í Ísrael áður, og fyri tey, ið fara fyrstu ferð. Ferðaleiðarar eru Frants Jensen, Fuglafirði, og Hilmar Højgaard, Saltnesi.
Á páskum næsta ár, verður eisini gjørd ein ferð til Ísraels. Hetta er ein klassisk rundferð, har ein upplivir tey heilagu støðini, sum ein hevur hoyrt og lisið um í Bíbliuni. Tað, ið er serligt við at vera í Ísrael á páskum er sjálvandi eisini at síggja Golgata, og ikki minst ta tómu grøvina. Ein fær sjálvandi eisini høvi at síggja Jerúsalem frá Oljufjallinum, at ganga líðingarvegin Via Dolorosa og annars at uppliva páskastemningin í býnum, har kristnu páskirnar byrjaðu. Ferðaleiðarar á hesi ferðini eru Petra og Jóhan Henriksen, Klaksvík.
Meira fæst at vita um ferðinar á www.israel.fo