Sambært russisku fjølmiðlunum hava vitnini greitt frá, at tey sóu og hoyrdu tvær spreingingar frá Boeing 737-flogfarinum, sum síðani datt niður. Vitnini hava sagt, nær hetta hendi, og flogleiðslan hevur váttað, at hon misti sambandið við flogfarið um tað mundið.
Øll tey 88, sum vórðu við flogfarinum, doyðu. Teirra millum var generalurin Gennadij Trosjev, sum var ráðgevi hjá Vladimir Putin, forseta og ein av teimum ovastu russisku herleiðarunum í krígnum í Kekenia.
Russisku myndugleikarnir søgdu beint eftir vanlukkuna, at tað var einki, sum bendi á, at talan var um annað enn eina vanlukku. Kortini eru fleiri spreingiserfrøðingar hjá russiska hervaldinum komnir til vanlukkustaðið. Flogfelagið Aeroflot, sum átti vanlukkuflogfarið, hevur boðað frá, at tað ger sínar egnu kanningar.
Boeing 737-flogfarið var á veg til býin Perm í Uralfjøllunum, tá tað datt niður stutt frá býnum, sum er einar 1.200 kilometrar eystan fyri Moskva.










