Ein tannáringur er álvarsamt løstaður, aftaná at tvær ógvusligar spreingingar vóru í svenska býnum Malmø í nátt. Tað skrivar Danmark Radio.
Løgreglan fekk eina fráboðan um fyrsta tilburðin umleið klokkan hálvgum fimm í nátt, tá ein borgari boðaði frá einum hørðum bresti. Bjargingarliðini vóru skjót á staðnum, har tey funnu unga dreingin, ið alt fyri alt bleiv fluttur á sjúkrahús við álvarsomum løstum.
Á staðnum kundu bjargingarfólkini staðfesta, at ein spreingiløðingur var brostin í eini trappuuppgongd og hevði gjørt stóran skaða á hurðar og vindeygur á bygninginum.
Tjúgu minuttir aftaná fyrstu fráboðanina fekk løgreglan enn einaferð boð um eina spreinging í býnum. Eins og fyrru ferð var talan um ein spreingiløðing, ið var brostin í eini trappuuppgongd.
Marie Keismer, vakthavandi hjá løgregluni, upplýsir fyri svenska blaðnum Expressen, at tilburðirnir verða kannaðir sum grov lógarbrot og kanna svensk bumbulið nú tilburðirnar.
Svenska løgreglan hevur eisini upplýst, at tannáringurin er undir illgruna fyri at hava tikið lut í fyrstu spreingingini.









