H1N1
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Í morgun vóru fýra nýggir tilburðir av H1N1 staðfestir í Føroyum. Harvið er samlaða talið av tilburðum í Føroyum komið upp á 10. Til samanberingar kann nevnast, at einans sjey tilburðir eru staðfestir í Íslandi higartil. Talan er um tvey børn og tveir vaksnar persónar.
Tríggir av tilburðunum eru á somu smittulinju, sum teir higartil staðfestu tilburðirnir. Tann fjórði er komin við einum øðrum flogfari til Føroya, og kannað verður í løtuni hvørjum flogfari talan er um.
Ítøkiliga avleiðingin av, at tað nú eru staðfestar tvær smittukeldur er, at tilbúgvingarstigið í Føroyum verður hækkað upp á hægsta stiga, stig 6.









