Tvær sendingar um dagin

Kringvarpið hevur sína tilbúgving, og um verkfall verður, fer útvarpið at hava eina tíðindasening á middegi og eina um kvøldið Ein stovnur, sum verður hart raktur, um stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fara í verkfall, er Kringvarp Føroya.

Ein stórur partur av starvsfólkunum í útvarpinum er limur í Starvsmannafelagnum, men lógarkrav er til kringvarpið, at tað skal senda. Kringvarpið hevur tí sína tilbúgving.

Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri sigur, at ábyrgdin verður hennara, men summi starvsfólk eru limir í øðrum feløgum, og tey fara ikki í verkfall.

- Vit hava eina vaktarskipan, og ongum verður álagt at gera verkfalsrakt arbeiði, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Hvussu verður við sjónvarpinum, veit hon ikki rættiliga enn, men har eru lutfalsliga nógv starvsfólk limir í øðrum felag enn í Starvsmannafelagnum. Tey hava skyldu til at møta til arbeiðis.