Tvær sakir um avtalað spæl í Danmark

Danskur fótbóltur er í løtuni raktur av tveimum sakum um avtalað spæl

Danskur fótbóltur er í løtuni raktur av tveimum sakum um avtalað spæl. Talan er um eina sak við FC Roskilde og eina við fyrrverandi danska landsliðsspælaranum, Jores Okore.

Fyrrverandi venjarin hjá FC Roskilde, Christian Lønstrup, hevur í vikuni verið í rættinum í stríðsmáli við FC Roskilde. Her er ósemja um venjarin fór frá sjálvur ella bleiv uppsagdur, eftir at hann hevði fingið ábendingar um at onkir spælarar í hópinum vóru partur av avtalaðum spæli.

Christian Lønstrup segði, sambært bold.dk, í rættinum at hann møtti einum manni á einum parkeringsplássi, sum fortaldi honum um avtalaða spælið. Dagin eftir verður hetta tikið upp saman við hópinum, sum tó kennir seg órætt álopnan, tá Christian Lønstrup ikki vil nevna nøvn. Síðani er spurningurin, um Christian Lønstrup segði upp ella legði frá sær.

Í vikuni kom eisini fram, at løgreglan í Danmark kannar avtalað í samband við ein dyst millum AaB og OB í fjør. Her var óreglulig vedding í samband við eitt gult kort, sum Jores Okore hjá AaB fekk í yvirtíðini. 

Høvðuspersónurin sigur í samrøðu við BT, at hann er ósekur í nøkrum avtalaðum spæli. Sambært bold.dk blivu fleiri stórar upphæddir settar á at Jores Okore skuldi fáa gult kort í dystinum. Tað fekk hann eisini móti dystarenda.

Tað er eisini stórt fokus á avtalaðum spæli í Føroyum í løtuni, nú altjóða veddingarfyritøkur vísa føroyskum fótbólti áhuga.