Tvær prestavígslur í einum

Tá kirkjuklokkurnar kalla til gudstænastu kl. 12 sunnudagin Hvalba, verður talan um eina serstaka gudstænastu.

Í fyrsta lagi verða tveir prestar vígdir sum slíkir, og har annar teirra samstundis verður innsettur sum prestur.

Talan er um teir báðar Hanus Simonsen sum skal virka sum prestur í vestaru kirkjusóknini í Suðurstreymoy og Símun Jacobsen, sum skal virka sum prestur í norðaru helvt av Suðuroynni.

Símun verður bæði prestvígdur og innsettur í prestagerning sín við hesa gudstænastuna. Hanus hinvegin verður innsettur sum prestur einaferð seinni, helst sunnudagin 19. august.

Eftir gudstænastuna verður døgurði fyri innbodnum.