Tvær próvtøkur eftir

Neistakvinnurnar vunnu sær fyrimun móti VB seinasta vikuskiftið. Men talan er aftur um stóra próvtøku móti Kyndli, sum hevur vunnið tríggjar tær seinastu innanhýsis uppgerðirnar

Tað er kvinnudysturin á Hálsi, sum fokus er vent ímóti sunnudagin.

Hjá bæði Neista- og Kyndilsáskoðarunum var spenningurin annars sera stórur um mansdystin, men tá Kyndil snávaði móti H71, hvarv tann spenningurin líkasum.

Og tí er tað nú fyrst og fremst kvinnurnar, sum tað snýr seg um. Ikki tí at Kyndil her kann røkka so øgiliga nógv meira enn finaluplássinum í steypakappingini, sum nú er av. Heldur er spurningurin, um Kyndil enn einaferð kann geva VB eina hjálpandi hond, soleiðis sum tær hava gjørt tað tær báðar seinastu ferðirnar, at tær hava spælt móti Neistanum.

Verður uppgerðin í steypakappingini roknað við. So hevur Kyndil nú vunnið tríggjar dystir á rað móti Neistanum. Og vinna tær fjórðu ferðina á rað eisini, munnu tær hava skrivað sín part av hondbóltssøguni á kvinnusíðuni hjá Kyndli.

Og Neistin hevur alt at spæla fyri. Sigrar nú sunnudagin og í seinasta dystinum móti StÍF eru krav, um vinnast skal fram til FM-finaluna. Seinastu dystirnar hevur Neistin eisini fingið glið á, og tí eru útlitini fyri sigrinum kanska betri nú, enn tær vóru til seinasta uppgerðina. Og uttan iva vilja tær bláu eisini staðfesta, at tær enn skulu roknast sum sterkasta kvinnuliðið í høvuðsstaðnum.

Í hinum báðum dystunum hjá kvinnum er talan um greiðar favoritt-leiklutir. Stjørnan hevur heimavøll móti StÍF, og VB hevur heimavøll móti longu niðurflutta VÍF.