Tvær perlur frá Toda

Start venjarin var ikki blíður, tá ið hann eftir dystarlok staðfesti, at jólini í ár vóru komin tíðliga til Kristiansand og Start, sum rættiliga hevði verið í gávuhýri

ROYALA LIGAN

Í fyrstu royndini í Royalu liguni gekk tað væl hjá Toda, sum í morgun var í yvirskriftunum í bæði norskum og donskum bløðum. Men í Kristiansand og Start var hýrurin einki serligur eftir dystarlok í fyrstu royndini í Royalu liguni, sum var móti svenska Hammarby.
Á Odd leikvøllinum í Skien, har tað í kuldanum og tokuni vóru fáir áskoðarar, vann svenska liðið 4-2, eftir at tað í steðginum hevði verið javnleikur 1-1.
Mest eyðsýndi Start spælarin var Todi Jónsson. Í fyrstu avbjóðingini, eftir at hann hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið, og í fyrstu royndini eftir at hann fyrr í vikuni í Útvarpinum staðfesti, at hann ivaleyst hevur spælt fyri síðstu ferð á landsliðnum, skoraði hann tvey rimmar mál. Tað fyrra til 1-1 seks minuttir undan steðginum og tað seinna til 2-1 sjey minuttir eftir steðgin.
Í fyrra førinum smekkaði Todi til av brotsteigarmarkinum, eftir at bólturin var stútaður niður fyri føturnar á honum, og í seinna førinum smekkaði hann eftir hornasparksinnlegg høvið undir bóltin, sum brast í nettakið.
Todi kundi fyrra partin av 1. hálvleiki havt skorað uppaftur fleiri mál, men í tveimum førum vóru marginalirnir ikki við honum. Í fyrra førinum sendi hann dygst við síðuna av stólpanum, og í hinum førinum heilfluktaði hann úr sjey metrum og eftir innlegg úr vinstru omanfyri tvørtræið.
Tað eydnaðist ikki hjá Start at halda tørn um leiðsluna, sum Todi hevði syrgt fyri, og venjarin, Tom Nordlie, var avgjørdur eftir dystarlok.
- Jólini eru komin tíðliga til Start í ár. Gávur vórðu býttar út, og tað vóru vit, sum vóru í leiklutinum hjá jólamaðurin, staðfesti venjarin. Tað var ikki so undarligt, at hann gjørdi tað, tí trý av málunum vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður.
Tá ið tað restaðu átjan minuttir var Hammarby frammanfyri 3-2. Tá vóru tríggir Start spælarar skiftir út. Millum teirra var Todi Jónsson. Heldur enn at økjast so bóru útskiftingarnar við sær, at Start trýstið linkaði, og fimm minuttir undan leikloki staðfesti svenska liðið týdningarmikla sigurin.
Start var skert undan fyrstu royndini í Royalu liguni. Fýra av spælarunum, sum vóru í hópinum, tá ið Noreg fyri stuttum stríddist við Kekkia um pláss í HM endaspælinum, vóru ikki við hóskvøldið, tí teir vóru skaddir.
Sunnudagin skal Start aftur í eldin í Royalu liguni. Tá skulu teir í Oslo spæla móti Vålerenga, sum fyri einum mánað síðani í ógvuliga tættari kapping við Start vann norska meistaraskapin.
Vålerenga spældi hóskvøldið í Herning, og tað var lítil meistaraglansur yvir norska gull liðnum. FC Midtjylland, sum tað higartil í heyst hevur gingið alt annað enn væl hjá í landskappingini, vann 4-0!
Í bólki tvey eydnaðist tað FCK at fáa eitt stig burturúr ferðini til Lillestrøm. Heimaliðið hevði yvirvág, men teir megnaðu ikki at fáa mál, og harvið varð úrslitið málleysur javnleikur. Brøndby, sum mikudagin tapti 4-2 í UEFA Cup í Moskva, spældi fyri tveimum vikum síðani 1-1 móti svenska Kalmar.
Í bólki trý staðfestu Súni Olsen og hinir áskoðararnir í Aalborg, at tað hilnast illa hjá AaB, sum hevði vitjan av svenska meistaraliðnum Djurgården. Svenska liðið fór aftur til Stokholm við 3-1 sigri. Í Oslo vann Lyn 1-0 móti IFK Göteborg.