Tvær norskar smágentur burturfluttar

Menn við gekkaskorti hava burturflutt tvær smágentur í Hadeland í Noregi. Genturnar eru tvey og trý ára gamlar. Løgreglan sigur, at burturflytararnir brúktu táragass, tá teir tóku genturnar, og at teir hóttu mammuna og eina barnagentu, sum vóru saman við gentunum.

Petter Lid hjá løgregluni sigur við VG, at enn er ov tíðliga siga, hvøjir burturflytararnir kunnu vera. Løgreglan hevur ávarað myndugleikarnar í øllum floghavnum, og eftirlit er við vegirnar um markið til Svøríkis. Fjølmiðlarnir skriva, at løgreglan leitar eftir einum bláum Saab-bili.