Tónleikakanalin MTV fer hesa vikuna at bjóða hyggjarunum tvær nýggjar sendingar, sum eita ?MTV Source? og ?Let There Be Rock?. Hetta eru tvær spennandi nýggjar sendingar. Í ?MTV Source? fer vertindan Freya at tosa við vældámd tónleikafólk og finna útav, hvør hevur inspirerað tey. Í fyrsta parti eru tað t.d. genturnar í Sugababes, sum fortelja um teirra tónleikaligu idolir og sleppa at velja musikkvideoir.
Sendingin ?Let There Be Rock? er nakað heilt annað. Her fer vertindan Anne Lindfjeld at præsentera harðan og alternativan rock.
Í fyrstu sendingin koma vit t.d. at møta klassikarum sum AC/DC og Social Distortion. Eisini vera nýggir bólkar við sum t.d. Alabama Thunderpussy, Red Jumpsuit Apparatus og svensku Crashdïet, sum Anne eisini interviewar.
?Let There Be Rock? hevur premieru klokkan 23:00 náttina millum mikudag og hósdag (altso í nátt) ?MTV Source? hevur premieru leygardagin 13.oktober klokkan 14:00.