Tvær nýggjar frímerkjaútgávur

13. februar kom Frímerkjadeildin hjá Postverki Føroya við tveimum nýggjum frímerkjaútgávum.

Talan erum røðina Djúphavsfiskar við 10 frímerkjum við djúphavsfiskum sum myndevni, og ein røð við trimum frímerkjum við bygdum í Eysturoy sum myndevni.

Frímerkini eru prentað í Eysturríki, og sum nakað nýtt eru frímerkini við djúphavsfiskunum gjørd við eini nýggjari effekt, ið kallast "Iriodin", hetta gevur ein serligan glans til vøkru litirnar á fiskunum.

Virði á frímerkjunum við djúphavsfiskunum er kr. 5,50 og tey við bygdunum í Eysturoy eru ávikavist 7, 12 og 20 krónur.

Astrid Andreasen hevur sniðgivið myndirnar við Djúhavvsfiskunum, og myndirnar av bygdunum í Eysturoy hevur Jákup A. Arge tikið.