Prædikumaðurin Osvald Kjærbo hevur latið tvær nýggjar bøkur av hondum. Kristus í Hebrearabrævinum er heitið á eini bókini, og hin ber heitið Lív Símun Pæturs og brøv hansara. Undan hesum báðum útgávum, hevur Osvald Kjærbo givið fimm bøkur út síðan 2004. Stílurin er hin sami, og fara hesar báðar nýútkomnu bøkurnar á somu hill, sum undanfarnu: Á hillina við andaligum bókum.
Í innganginum til bókina, Kristus í Hebrearabrævinum, sigur høvundin, at hann hevur í hyggju at viðgera høvuðsevnið, sum er Kristus í lívi teirra trúgvandi. Eingin veit, hvør hevur skrivað Hebrearabrævið, og verður tað tískil ofta róp Hitt faðirleysa brævið.
“Men Gud, sum hevur gleði sína í at vera faðir teirra faðirleysu, hevur av sonnum ættleitt hetta bræv. Maðurin ella kvinnan, ið festi orðini á blað, verður goymd og gloymd í skugganum av sjálvum høvundanum, sum er eingin annar enn Gud orðsins”, sigur høvundin í innganginum til bókin, Kristus í Hebrearabrævinum.
Pætur var ikki flogvit
Osvald Kjærbo greiðir í innganginum av bókini, Lív Símun Pæturs og brøv hansara, frá hvussu hugtikin hann altíð hevur verið av Símun Pæturi, lærusveini Krists. Hann skrivar soleiðis í innganginum. “Hann var hvørki flogvit ella valdsharri. Nei, tað vóru ikki slíkir eginleikar, sum lyftu hann uppá tindarnar innan okkurt kent fróðskaparsetur. Og heldur ikki var her hann herleiðari ella tjóðarhetja í onkrum stórveldi. Vit vita einki um, at hann var kendur fyri ítróttaravrik ella listagávur av onkrum slagi, sum fólk gjøgnum allar øldir hava virðismett og sett høgt. Nei, hevði hann ikki verið lærusveinur og ápostul Harrans Jesusar, so hevði valla nakað mansbarn kent hann í dag. Jesus úr Nasaret útvaldi og kallaði henda mann til tænastu og uppgávur, sum Harrin hevði goymt honum at útinna ásettan tíma í frelsuráðið Guds.”
Báðar bøkurnar eru at fáa í bókabúðunum.