Tvær nýggjar

Higartil eru bert tvær nýggjar motorsúkklur keyptar í Føroyum í ár. Hans J. Hermansen hevur keypt tvær Suzuki GS500, sum hann skal brúka til koyriskúlan hjá sær.
At bert tvær nýggjar motorsúkklur eru keyptar higartil í 2005, merkir ikki at áhugin fyri tveyhjólaðu jarnhestunum er minkaður. Høvuðsorsøkin til lítlu søluna í ár er helst, at prísurin verður minkaður munandi næsta ár, tá tollurin verður broyttur. Tískil bíða fólk við at ogna sær nýggjar motorsúkklur. Ein motorsúkkla, sum í dag til dømis kostar 91.000 krónur, fer í januar 2006 at kosta minni enn 70.000 krónur.
Fólk kunnu taka koyrikort til motorsúkklu í øllum teimum stóru oyggjunum í Føroyum, og nú er enn ein koyriskúli, sum bjóðar koyrikort til motorsúkklu. Koyriskúlin hjá Hans J. Hermansen hevur tikið teir fyrstu næmingarnar inn, og hesir fáa koyrikort til tær tveyhjólaðu um nakrar vikur. Teir gott tjúgu næmingarnir sleppa at royna seg á spildurnýggjum Suzuki-súkklum við 47 hestum.
 - Hetta eru tvær flottar súkklur, og tær eru góðar at koyra. Tú kanst spyrja, hví eg ikki bíði við at keypa, tá motorsúkklurnar gerast bílígari. Orsøkin er, at eftirspurningurin eftir motorsúkklukoyrikorti er so mikið stórur, at tað er skilabest at byrja sum skjótast. So havi eg fingið gongd á, tá motorsúkklurnar gerast bíligari í januar, og so hevur koyriskúlin øll tilboðini til næmingarnar, sigur Hans J. Hermansen frá Koyriskúlanum.
Tað kostar í dag einar fimm túsund krónur at taka koyrikort til motorsúkklu á teimum ymsu skúlunum kring landið.
 

MYNDATEKSTUR: Tað er Anders Berg frá MC Søluni, sum hevur selt tær fyrstu nýggju motorsúkklurnar í Føroyum í ár. Eigarin av teimum nýggjastu motorsúkklunum í Føroyum eitur Hans J. Hermansen