Afrika svøltar
Árni Joensen:
ST sigur, at í minsta lagi 13 milliónir fólk í londunum har suðuri í Afrika eru í vanda fyri at doyggja í hungri teir næstu mánaðarnar, fáa tey ikki ta neyðugu hjálpina. Minst tvær milliónir teirra búgva í Zambia.
Fleiri altjóða hjálparfelagsskapir hava seinastu tíðina roynt at útvega teimum neyðstøddu matvøruhjálp, men í Zambia hava felagsskapirnir fingið eitt rættiliga óvæntaðan trupulleika.
Zambiski landbúnaðarmálaráðharrin, Mundia Sikatana, hevur boðað hjálparfelagsskapunum frá, at landið tekur ikki ímóti teimum genviðgjørdu matvørunum, sum felagsskapirnir hava boðið teimum svøltandi í Zambia. Sambært ráðharranum bera myndugleikarnir ótta fyri, at tær genviðgjørdu matvørurnar kunnu skaða landsins egna landbúnað, og harafturat kvíða teir fyri, at matvørurnar kunnu vera heilsuskaðiligar.
Við amerikanska sjónvarpið CNN sigur zambiski landbúnaðarráðharrin, at koma tær útlendsku genviðgjørdu matvørurnar í samband við landsins egna landbúnað, kann tað gera óbótaligan skaða, sum fer at taka livibreyðið frá nógvum fólki í Zambia. Ráðharrin sigur seg fegnast um, at umheimurin er sinnaður at hjálpa teimum neyðstøddu, men hann heldur uppá, at Zambia er ført fyri at loysa sínar egnu trupulleikar.
Avgerðin hjá zambisku myndugleikunum kemur ógvuliga óvart a á teir stóru hjálparfelagsskapirnar. Talsmaðurin hjá Alherims Matvøruhjálpini, James Morris, sigur, at hansara felagsskapur fær einki gjørt, halda zambisku myndugleikarnir fast um, at teir vilja ikki hava matvørur, sum eru framleiddar við hjálp av biotøkni.
Amerikanska uttanríkisráðið er eisini ørkymlað av zambisku støðutakanini og hevur biðið ES hjálpa sær at sannføra zambisku stjórnina um, at genviðgjørdar matvørur eru ikki heilsuskaðiligar. ES-nevndin hevur síðani boðað frá, at eingin vandi er við at eta hesar matvørurnar, men nevndin legði tó afturat, at vilja londini ikki hava hjálpina, er tað teirra avgerð og ábyrgd.