Tvær milliónir restaðu í

FSF-roknskapurin fyri 2007 vísir eitt hall á 2,2 milliónir. – Hallið hevði sínar orsøkir, og eingin vandi er fyri, at FSF noyðist at skerja virksemið, sigur Óli Holm, FSF-forseti

Fótbóltur

 

Eitt kurstap upp á yvir 600 tkr. og øktar landsliðsútreiðslur, sum kostaðu hálva aðru millión meira, enn roknað varð við. Tað eru fremstu orsøkirnar til, at starvsnevndin hjá FSF aftur í ár leggur reyð tøl fyri aðalfundin, tá roknskapurin verður á skránni.

Niðasta talið vísir eitt minus upp á 2.184 tkr., sum als ikki samsvarar við ætlaða úrslitið.

- Stuðulin, sum vit fáa frá FIFA og EUFA og sjónvarpsrættindini frá Sportfive verða øll goldin í dollarum og sveisarafrankum. Kursurin á hesum hevur verið fallandi, og tað hevur kostað yvir 600 tkr. á inntøkusíðuni, sigur Óli Holm, FSF-forseti.

- Hartil hava vit í ár økt um landsliðsaktivitetin. Talan er um økingar yvir ein breiðan kamb, og tað merkist eisini í roknskapinum.

Men merkir hallið, at FSF kann noyðast at skerja hesar aktivitetir komandi árini?

- Als ikki. Vit hava væl grundaðar vónir um, at vit komandi árini koma at fáa munandi størri inntøku fyri eitt nú sjónvarpsrættindi. Fyrst og fremst, so eru vit í samráðingum við Sportfive um eitt eykagjald fyri tær undankappingar, sum eru farnar. Hetta tí vit seinast trektu bæði Italia og Frakland. Og tann møguleikin var als ikki innbygdur í sáttmálan. Hartil eru útlit fyri, at vit fáa ein munandi betri sáttmála næstuferð. Um vit vildu skriva undir fyri ársskiftið, so hevði hallið verið vent til yvirskot í roknskapinum, men tað er ikki nakað, sum vit vilja forhasta okkum við, sigur Óli Holm.

Hóast hallið, so er FSF framvegis hampuliga væl fyri fíggjarliga. Eginognin við árslok var 15.378 tkr., og eru hetta góð 57% av samlaða javnanum.