Tvær milliónir krónur fyri 600 tons

Fyrsta afturlatna uppboðssølan hevur verið í dag.

Uppboðssøla av 600.000 kilo av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum hevur verið í dag, og endaði tað við at Enniberg fekk 400.000 kg, Gadus fekk 100.000 kg, Sjúrðarberg fekk 50.000 kg og Akraberg fekk 50.000 kg.


Mortan Johannesen er reiðari hjá Enniberg, Anfinn Olsen hjá Akraberg, meðan Hanus Hansen er reiðari hjá Gadus og Sjúrðarberg.


Prísurin, ið allir skulu gjalda, varð 3,40 kr/kg. Inn komu 2.040.000,- kr.