Tvær milliónir fyri ein fisk

Tað var eftir øllum at døma heimsins dýrasti tunfiskur nakrantíð, sum varð seldur á fiskamarknaðinum í Tokyo í morgun. Fiskurin, sum var av einum sjáldsomum tunfiskaslagi, vigaði heili 342 kilo, og hann fór fyri góðan tvær milliónir krónur.

Tað vóru tvær Tokyo-matstovur av tí fína slagnum, sum keyptu tann dýra fiskin.

Tíðindini úr Japan siga, at eftirspurningurin eftir tunfiski er vaksin nógv, eftir at fólk í nógvum londum eru farin at brúka sushi, samstundis sum útboði av tunfiski er minkað.