Tvær milliónir frá Høgna

– Vit hava ta skipan í Tjóð­veld­is­flokk­i­num, at fólk­a­­tings­­lim­ir­nir b­ert fáa út­gold­ið fólk­a­tings­løn á­ljóð­andi før­oysku løg­tings­­løn­ina, tvs. tvær løg­tings­­lø­n­ir, sum tilsamans er 60.000 krón­­ur.

Soleiðis segði Høgni Hoy­dal í 2004. Sambært honum fer rest­in í ein grunn í flokk­­i­­num.

Runt roknað eru so­­leið­is farn­ar ein­ar 20.000 krón­ur um mán­að­in av fólk­a­tings­løn­ini hjá Høgna Hoydal og hans­ara ­av­­l­oys­ar­um hesi 10 ár­ini í grunn­in hjá flokk­i­num. Hetta gev­ur góð­ar tvær mill­i­ón­ir í krónur.