Tað er líkt til, at íslendingar vænta munandi fleiri fremmand ferðafólk til landið í komandi árum.
Í hvussu er hevur forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, skotið upp at leggja eina landsumfatandi ætlan um, hvussu landið skal taka ímóti tveimum milliónum ferðafólkum um árið. Tað gjørdi hann á einari ráðstevnu hjá flogfelagnum Icelandair í gjár.
Sambært forsetanum kemur ferðafólkatalið upp á tvær milliónir innan 2020.
Íslendski forsetin segði, at tað er fleiri viðurskifti, sum hava gjørt Ísland kent og áhugavert sum ferðamál. Hann nevndi bankakreppuna og eldgosini í Eyafjallajøkli og Grímsvøtnum, og so hava veðurlagsbroytingarnar økt áhugan fyri teimum íslendsku jøklunum, segði hann.