2. deild: TB-Skála 8-1 (2-0)
Emil L. Jacobsen
Tað hevur ikki verið nakað at reypa av hjá TB higartil í ár, og teir hava tapt bæði í Klaksvík og í Runavík.
Sunnudagin gekk tó betur, tá Skála vitjaði á Sevmýri. TB vann 8-1, og serliga síðsta korterið lá væl fyri, tá skálamenn góvust.
Dan Mortensen setti hol á longu í fjórða minutti, og Óli Johannesen økti, tá 12 minuttir vóru spældir.
TB var omaná, men fekk ikki fleiri mál í fyrra hálvleiki.
Tá 53 minuttir vóru farnir, var Óli Johannesen aftur upp á spæl, og tríggjar minuttir seinni fekk eisini Dan Mortensen sítt næsta mál, og so stóð 4-0 til TB.
Egill Steintórsson er venjari hjá TB. Hann er eftirhondini komin nakað væl upp í árini, men vísti, at hann framvegis kann vera við, tá hann í 76. minutti økti til 5-0. Í 79. minutti syrgdi Vagnur Nolsøe fyri, at tað bleiv 6-0, áðrenn Bent Djurhuus minuttin eftir fekk Skála á máltalvuna.
Men tvørámenn vóru ikki mettir, og í 85. minutti skeyt Óli Johannesen sítt triðja mál, og hóast bakgrundin kanska var bílig, so kemur viðrákið ivaleyst væl við hjá honum nú áðrenn teir báðar landsdystirnar, tí TB hevur havt mótrák í seinastuni. Egill Steintórsson setti punktum í 89. minutti til endaliga úrslitið 8-1.
Altso ein trivaligur sigur til TB, men hóast tað var dysturin dýrur fyri teir. Teir fingu fimm gul kort ? mest fyri at brúka seg ov nógv móti dómaranum ? og móti endanum varð Eyðun Kjærbo rikin av vøllinum.
Eitt sindur ósmart at fáa so nógv kort í einum dysti, har sigurin ongantíð var í vanda. Kravið til TB sunnudagin var heilt einfalt trý stig. Tað fingu teir, og málmunurin fekk somuleiðis eitt skump rætta vegin. Men teir hava longu mist níggju stig, og so er spurningurin, hvussu nógv tað fer at kosta, tá endaliga støðan verður gjørd upp tann 2. oktober.