Tvørámenn liggja framvið

Seinnu árini hevur eitt ynski verið um, at fleiri lið kundu verið í Eikliguni hjá monnum, har liðini í løtuni bara eru fýra í tali. Vóru fleiri lið, hevði kappingin verið meira áhugaverd, tí so høvdu tey somu fáu ikki spælt ímóti hvørjumøðrum alla tíðina.
Í oktober tók Fleyr a-liðið hjá sær úr landskappingini í 1. deild hjá monnum, og tá gjørdi Flogbóltssambandið av, at TB skuldi fáa hetta plássið og sostatt flutti úr 2. deild upp í 1. deild.
Ikki kann sigast annað, enn at tvørámenn hava tikið av, nú teir fingu møguleikan, tí nú kappingin í 1. deild hjá monnum er farin í jólafrí, er TB einsamalt oddalið og liggur til uppflyting í Eikliguna.
Menninir hjá TB hava spælt fýra dystir og vunnið teir allar, og settmunurin er 12-2, so talan hevur verið um sannførandi avrik, ið kundu bent á, at Suðuroyggin skjótt eisini kennir seg til reiðar at verða umboðað í bestu mansdeildini í flogbólti.
TB hevur átta stig fyri teir fýra sigrarnar og liggur framman fyri Fleyr við seks stigum og ÍF við fýra, sum eru tey næstu liðini á stigatalvuni í næstbestu mansdeildini, ið telur tilsamans seks lið, harav TB er tað einasta, ið kann flyta upp, tí hini feløgini frammanundan eru í Eikliguni.