Føroyameistarakappingin í billard fyri lið er nú komin umleið í helvt. Kappingin byrjaði við at Mimir legði seg á odda. Síðani tóku klaksvíkingar dyk á seg og løgdu mimirsmenn aftur um seg, og nú hevur so enn eitt felag tikið hini á bóli. Tað er Tvøroyrar Billardfelag, sum ikki hevur verið við í fleiri ár.
Tvøramenninir Max Rasmussen og Óli Joensen høvdu vitjan av báðum liðunum hjá Klaksvíkar Billardfelag seinasta vikuskifti. Og tað vóru fýra klaksvíkingar, sum vórðu tungir í huga, tá teir sunnudagin máttu fara longu leiðina heimaftur. Tvøroyrar Billardfelag vann nevniliga 6-2 á Klaksvíkar Billardfelag 1 og 8-0 á Klaksvíkar Billardfelag 2.
So væl gekk ikki hjá tvørámonnum, sum vitjaðu í Klaksvík herfyri, tí tá vann Klaksvíkar Billardfelag 1 8-0 á Tvøroyrar Billardfelag, og annaðliðið hjá klaksvíkingum spældi javnt 4-4 móti tvørámonnum.
Mimir til Klaksvíkar
Mimir fær í kvøld vitjan av Klaksvíkar Klubba 1. Spurningurin er so, um veteranarnir, Kristian Sune Høgnesen og Sonhard Johannessen, eru komnir yvir skelkin, teir fingu á Tvøroyri. Hetta er fyrtu ferð í hesi kappingini, at bestu liðini hjá klaksvíkingum og mimirsmonnum møtast. Mimir hevur bert spælt tveir dystir higartil, og tí kann úrslitið av hesum dysti verða rættiliga avgerandi fyri bæði liðini.
Støðan í FM kappingini í billard er nú tann, at Klaksvíkar Klubbi 1 liggur klárt á odda við 24 stigum fyri fýra dystir. Næstfremst er Tvøroyrar Billardfelag við 18 stigum fyri fýra dystir, síðani er Mimir nummar trý við 14 stigum fyri tveir dystir, Havnar Klubbi nummar fýra við 10 stigum fyri tríggjar dystir og aftast er Klaksvíkar Billardfelag 2 við seks stigum fyri fimm dystir.