Tvær mammur: Skipanirnar mugu broytast

– Karolina Láberg og Bjørg Dam eru tvær kvinnur, sum millum annað hava tað til felags, at báðar eru mammur at dreingjum, sum hava fingið staðfest ADHD. Tær eru samdar um, at tørvur er á, at skipaninar verða broyttar, soleiðis at børn við ADHD lætt verða fangað, útgreinað og fáa neyðugu hjálpina

– Vit høvdu stríðst í so nógv ár. Og tá tað einans tekur ein hálvan tíma hjá einum sálarfrøðingi at síggja, hvat tað er, sum feilar, hóast hann als einki kennir til hansara avbjóðingar og søgu, tá er okkurt spinnandi galið við skipanini. Vit høvdu tá verið í samband fyrst við Barna- og Ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu og so við Sernám í fýra ella fimm ár, sigur Bjørg Dam, sum er onnur av mammunum, sum í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskifti finnst at Sernám fyri ikki kanna børn fyri ADHD.  

– Vit hava gjørt Sernámi greitt, at tað er neyðugt, at tey broyta teirra mannagongdir, so at tey kanna fyri tað kognitiva beinavegin. Tað er neyðugt, tí í dag eru tað foreldrini, sum í flestu førum eiga bóltin og skulu føra hann í mál. Tað kann ikki passa, sigur Bjørg Dam, sum eisini er forkvinna í ADHD felagnum.

Hesum tekur Karolina Láberg, sum er hin mamman, undir við.

– Hví skal eitt og eitt foreldur sita og finna upp á tann djúpa tallerkin umaftur og umaftur, spyr hon.

– ADHD hevur verið í so nógv ár, og tað er í nógvum skúlum. Eisini finnast fakfólk, og vitanin átti at verði deild, sigur hon og leggur síðani aftrat, at hon tó í teirra einstaka føri hevur kent, at skúlin hevur gjørt nógv fyri bæði tey sum foreldrur og son teirra.

 

Les meir um frustratiónirnar hjá foreldrum við børnum við ADHD og hoyr sjónarmiðið hjá Sernám og hjá landsstýrismanninum í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.