Tvørámaður bardist við kinesarar í London

CNN, BBC og allar tær stóru tíðindastovurnar hava borið tíðindini um ein ógvusligan fótbóltsdyst í London mikukvøldið. Ein hálvur føroyingur var mitt í rokanum

Mikukvøldið vóru nógvir landsdystir á skránni. Ein “hálvur” landsdystur var á skránni í London, har kinesiska OL-landsliðið í fótbólti spældi venjingardyst ímóti enska 1. deildarfelagnum Queens Park Rangers.

Kinesiska liðið fyrireikar seg til Olympisku Leikirnar í Beijing næsta ár, og teir hava seinastu tíðina vant á venjingarvøllunum hjá Chelsea í Cobham.

Dysturin millum QPR og kinesararnar endaði í sonnum ruðuleika, og at enda noyddist dómarin – tann virdi Dermot Gallagher – at blása dystin av.

Onkrar keðiligir hendingar vóru undir dystinum, og í seinna hálvleiki leyp ein av kinesisku spælarunum fullkomiliga fram av og legði á ein av spælarunum hjá QPR. Nevarnir vóru á lofti, og samanlagt vóru 30 spælarar og leiðarar upp í slagsmálinum, sum millum annað hevði við sær, at ein av kinesisku spælarunum var uttan vit í fimm minuttir.

CNN, BBC og aðrar tíðindastøðir hava víst upptøkur frá ógvusliga ruðuleikanum, og bæði umboð fyri QPR og kinesiska OL-liðið hava biðið um umbering fyri hendingina.

Ein av spælarunum hjá QPR er hálvføroyski álopsspælarin Marc Nygaard. Hann hevur ættarbond á Tvøroyri, og hann spældi við í dystinum mikukvøldið. Hann hevur tó saman við hinum spælarunum fingið munnkurv frá leiðsluni í QPR, meðan felagið kannar hendingina, og hann vil tí einki siga um, hvat hendi.

Leiðslan í QPR segði fríggjadagin, at málið verður kannað til botns, og tað kann koma upp á tal at geva onkrum spælarum sekkin. Kinesarar hava sent spælararan, sum byrjaði rokið, heim aftur til Kina.