Upptakt - menn
Tríggir dystir verða í bestu mansdeildini hetta vikuskiftið.
Tann á pappírinum mest áhugaverdi av hesum er ivaleyst tann á Hálsi í Havn leygardagin, tá H71 fær vitjan av StÍF. Hesi bæði liðini stríðast í løtuni um triðja plássið á stigatalvuni, og har eru hoyvíkingar í løtuni frammanfyri, tó at talan bert er um eittans stig, sum eisini hevði dottið burtur, um stigini vórðu hálvbýtt her og nú.
Tí ræður sjálvandi um hjá báðum pørtum at vinna sær stig, og mett eftir seinastu avrikunum, so mugu strandingar roknast sum favorittar, eftir at teir mikukvøldið vórðu bert næsta liðið í ár, sum tók stig frá Neistanum. Hinvegin krevur hetta av strandingum, at teir vísa meira støðugt spæl, tí tú røkkur ikki nøkrum oddasessi við at vinna stig móti oddinum, fyri síðani at tveita tey burtur móti botninum.
Hoyvíkingar hava heldur ikki havt tann stóra stabilitetin í sínum spæli, og kemst hetta helst av, at teir í vetur hava spælt eitt at kalla nýtt lið saman. Við somikið frægum skjúttum sum Hallgir, Bjarna og Finni og liðnum, er tað tó helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn veruligt glið kemur á, og hoyvíkingar hava helst einki ímóti, at hetta verður leygardagin.
Tvær lokaluppgerðir
Sunnudagin verða so tveir dystir á skránni, og í báðum førum er talan um lokaluppgerðir.
Í Havn fara Neistin og Kyndil at dystast, og tað man vera langt síðani ? um nakran tíð - at Neistin hevur verið so stórur favorittur móti grannunum, sum teir eru hesaferð.
Neistin hevur hildið seg í oddinum tað, sum farið er av kappingarárinum, meðan Kyndil í løtuni er á niðasta sessinum, so alt annað enn ein tryggur neistasigur má sigast at vera sera óvæntað.
Somuleiðis eru vestmenningar favorittar, tá teir sunnudagin taka ímóti KÍF. Fyrri dysturin millum liðini endaði við tryggum sigri til vestmenningar, og tað eru eisini tveimum stigum, sum farið verður eftir sunnudagin. Hinvegin hava kollfirðingar áður víst, at teir væl kunnu geva nøkur gleps frá sær, og so er spurningurin, um eitt av hesum verður sunnudagin.










