Heilar tvær listaframsýningar eru á Føroya Sjómannadegi. Lydia Petersen og Alla Østerø stilla út í Hvør sínum egningaskúri.
Í skúrinum hjá Kallanesi norðast á Stangabrúnni hevur Lydia Petersen riggað skúrin til ein listaskála ella gallarí.
Sama hevur Alla Østerø gjørt í egningaskúrinum hjá Ronju - næst heimasti skúrðurin á Stongunum.
Í gjárkvøldið riggaðu tey til, og har datt sjálvandi fólk inn á gólvið at hyggja. Og prátið gekk so lystiliga, tí umhvørvið var tað rætta.
Javnaldrarnir Grímur Lassen og Eyðun Joensen høvdu nógv at práta um. Ja, tað tyktist, sum Eyðun hevði verið til skips alt sítt lív og Grímur eitt sindur, men størsta partin á landi sum sálarfrøðingur. Hesir hugnaligu karmar inni í einum egningaskúri fekk hugin rættiliga at reika hjá hesum javnaldrunum, sum hava uppliva so nógv og duga væl at siga frá.
Orð og myndir: Dávur Winther