Hesar næstu dagarnir verða tvær listaframsýningar í Havn.
Tann fyrra letur upp í morgin, hósdagin, klokkan 15 í matstovuni hjá Dugna á Hjalla, har Kristian Mikkelsen hevur málningaframsýning fram til 18. Januar.
Kristian Mikkelsen er skipari í danska handilsflotanum, men hann málar eisini og á framsýningini hevur hann 28 málningar av føroyskum landsløgum og bygdarmyndum.
Annars býr hann í Danmark og hevur gingið á Thorstedlund Kunsthøjskole í Norður sjællandi.
Seinna listaframsýningin letur upp fríggjakvøldið klokkan 18 í Norðurlandahúsinum, har amerikanarin, Joel Coel, sum hevur eitt serligt tilknýti til Føroyar, hevur eina øðrvísi og forkunnuga framsýning
Joel Cole kom her á fyrsta sinni sum skiftisnæmingur í 1986 og nú býr hann her, og eingin ivi er um í dag, at hann er føroyingur í hjartanum.










