Tvær øl í sólini

Leygardagin kl. 14.33

Samrøða

So var tíð til ein bajara eina løtu. Á vegnum omanfyri spæliplássið og minna pallin situr íslendski journalisturin og føroyavinurin, Jens Guð, og slappar av í sólini. Undir liðini er myndamaður hansara Albert Thorleifsson, og teir eru á G! Festivalinum í arbeiðsørindum fyri Fréttablaðið, størsta íslendska tíðindablaðið.
Jens Guð hevur í mong ár skrivað um føroysk viðurskifti í íslendsku miðlarnar, og hann hevur gjørt sítt til at promovera mong føroysk tónleikanøvn í grannalandinum. Hesaferð er hann komin at ummæla G!, men júst nú hava oyrini fingið nóg mikið, sum hann sjálvur tekur. Hann og myndamaðurin hava fingið fatur á hvør síni 1,5 liturs gulløl eftir eina langa fríggjanátt, og teir tykjast at vera í góðum hýri. Spurdur, hvat higartil hevur verið hæddarpunktið fyri hansara viðkomandi, er Jens Guð skjótur at svara.
- Mín favorittur higartil hevur verið 200. Eg havi fylgt teimum frá byrjan, og teir hava ment seg sera nógv. Men Hjálmar var eisini ein stór uppliving í gjárskvøldið, sigur Jens Guð. Hann greiðir frá, at hann og myndamaðurin Albert búgva í einum privathúsum í Syðrugøtu hjá familju hjá Eivør Pálsdóttir, sum teir hava skrivað so nógv um í størsta íslendska tíðindablaðnum.
- Hetta tiltakið er heilt einfalt fantastiskt. Karmarnir við bygdalívinum, sandinum og sjónum skapar ein heilt serligan stemning, og tað er ein fantastisk uppliving at vera við á G!, sigur íslendski tónleikaskribenturin.
Jens Gud metir, at tónlistarliga støðið sum heild hevur verið sera høgt á G!. Hann metir, at G! Festivalurin er á altjóða stigi, bæði hvat tónleiki og samskipan viðvíkur, og sjálvur lovar hann at gera sítt til, at tiltakið skal á breddan í Íslandi.
Men hann hevur tó hug at ilskast inn á fleiri føroyskar tónleikabólkar.
- Tað eru alt ov nógvir, sum syngja sínar sangir á enskum. Eg kann ikki tola, at føroyskir bólkar til føroysk tiltøk bara syngja enskt. Tíðin er farin, tá enskt var obligatoriskt í tónleikaheiminum, slær Jens Guð fast.
Ná, undirritaði fer víðari oman á Spæliplássið at hyggja at útisjónleikinum Ævintýraferðin, men Jens Guð og myndamaðurin vera sitandi við gullbajaranum eina løtu afturat.