Skrivað hevur Árni Gregersen:
Bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er Vaglið í Havn miðdepil fyri nógv fólk. Har er sjálv setanin av ólavsøkuni ólavsøkuaftan, hátíðarhaldið í sambandi við skrúðgonguna og felagssangurin ólavsøkukvøld á midnátt.
Í ár forða almennu tilmælini fyri einum stórum parti av hesum, men kortini verður ein skrúðgonga ólavsøkuaftan og ólavsøkan verður sett her seinnapartin ólvasøkuaftan.
Tað verður 51-ára gamla Doris Rasmussen av Argjum, sum í ár fer at seta ólavsøkuna.
- Eg taki tað sum ein stóran heiður, at eg eri biðin um at seta ólavsøkuna í ár, sigur kvinnan, sum so at siga uttan íhald hevur sitið í nevndini fyri AB líka til í ár.
##med2##
Tosar um broytingarnar
Onki er at ivast í, at ólavsøkan í ár fer at víkja frá teimum meira siðbundnu ólavsøkum, sum vit higartil hava upplivað.
Korona-farsóttin og almennu tilmælini í hesum sambandi gera, at fyrireikararnir av ólavsøkuni hava verið noyddir at finna nýggjar loysnir uppá, hvussu vit kunnu halda okkara tjóðarhátíð.
Serliga eru tað tilmælini um frástøðu mill- um fólk uppá minst ein metur, sum eru torfør at halda – kanska serliga í skýmingini og út á náttina, ta ið lagið er vorðið gott.
- Koroma kemur sjálvandi at fylla ein part av tí, sum eg fari at siga, sigur Doris Rasmussen. - Síðani landið í mars var sett niður í ferð hevur hetta uppá mangar mátar verið eitt annað land at búgva í. Kanska serliga hjá okk- um, sum fáast við ítrótt og felagsarbeiðið har, hava vit merkt avleiðingarnar av farsóttini.
Onki er sum tað var, sigur hon.
Men Doris Rasmussen ætlar sær ikki bert at viðgera tað, sum er farið. Hon fer eisini at lýta frameftir og tosa eitt sindur um tað, sum liggur fyri framman.
- Tí eg vænti ikki hetta verður ein tíð, sum fer at halda á. Eg vóni og vænti at vit fara at fáa ein meira vanligan gerandisdag aftur, so vit fáa alt virksemi í gongd aftur – bæði tá ið tað snýr seg um ítróttt og virksemi sum heild í samfelagnum, sigur hon.
Skrúðgongan
Vanligt er, at áðrenn sjálva setanina í miðbýnum, so gongur ein skrúðgonga av ítróttar- og reiðfólki úr kommunuskílagarðinum og oman á Tinghúsvøllin.
Vanligt er, at vøllurin er fullsettur við ítróttarfólki og rossum, men soleiðis verður tað ikki heilt í ár.
Skrúðgongan verður, men hvørt ítróttarfelag sleppur bert at senda fýra umboð við í skrúðgonguni. Býráðslimirnir eru tó allir við í ár – hetta árið, tá ið eisini kommunuval er.
Undanfarin ár hava feløgini hvørt ár roynt at fáa so nógvar limir sum møguligt við í skrúðgonguna, so tað skal fylla sum mest í býnum, tá ið fyrsta hátiðsløtan er á ársins ólavsøku.
Havnar hornorkestur skipar fyri tónleikinum
og leggur upp til endaliga FM-róðurin, sum er eftir at ólavsøkan er sett.
Vaksin upp við felagsskapi
Kvinnan, sum í ár hevur fingið uppgávuna at seta ólavsøkuna, er von at fáast við ung ítrótt arfólk.
Hon er uppvaksin á Tvøroyri og var hvønn sunnudag, TB hevði heimadyst á Sevmýru, við pápa sínum til dyst.
– At uppliva hesar dagarnar, hevur sjálvandi sett seg dpúpt og tað er helst ein av orsøkunum
til, at eg havi verið partur av ungdómsarbeiðnum í Argja Bóltfelag, síðani eg kom higar, sigur Doris Rasmussen.
Hon hevur sitið í ABnevndini frá 2007 til í ár – eitt ár undantikið.
– Tá royndi eg at sleppa mær burtur úr, men skuldi kortini taka mær av pengunum hjá felagnum. So tá ið eg kortini bleiv so stórur partur av leiðsluni í felagnum, sum ein pen ingarøkil er, so helt eg, at eg eins væl kundi sita í nevndini, sigur hon.
Hon fór úr sjálvari nevndini hjá AB fyrr í ár.
Tá ið hon verður spurd um, hvat krevur mest, tá ið ein situr í nevndini fyri einum ítrótt arfelag, kemur svarið sum skot úr byrsumúla:
Pengar og fíggjarstýringin. Tað fer við einum ómetaliga stórum parti av tíðini. Felagið hevur alla tíðina brúk fyri fleiri pengum og tá ið tú situr á kassanum, so er ein partur at fylla í kassan, so nakað er at gera gott við, sigur Doris Rasmussen.
So sjálvt um hon ikki í løtuni situr í nevndini á Argjum, so brennir hon framvegis fyri felagn um, men nú er so kortini tíð til ymiskt annað.
Hon er gift og eigur tvey vaksin børn.
Og ólavsøkan skal haldast.
– Øll gleða seg til ólavsøkuna og tað geri eg eisini. Eg veit væl at hendan er eitt sindur øðrvísi, men tað er hon eisini fyri meg, tá ið eg nú skal seta ólavsøkuna, sigur hon.
– Ja, tað verður gjørt í føroyskum klæðum, men hesaferð verða teyy gjørd klár í góðari tíð. Føroysku kklæðini skulu ikki seinka mær til setanina, sigur Doris Rasmussen við einum stórum smíli.