Tvær konur fríkendar fyri at snýta landsstýrið

- Hetta er heilt biml segði sakførarin hjá eini føroyskari og eini útlendskari konu, sum vorðu drignar í Føroya Rætt í gjáramorgunin. Dómarin fríkendi báðar konurnar

- Hetta er púra biml.

Orðalagið í Føroya Rætti var heldur óvanligt í gjáramorgunin.

Ein russisk kvinna í Føroyum var ákærd fyri at hava givið skeivar upplýsingar í eini umsókn um arbeiðs-og uppihaldsloyvi.

Og ein skrivstovuvkvinna á virkinum, kvinnan arbeiddi á, varð ákærd fyri at hjálpa henni og fyri at hava váttað umsóknina.

Men hesin fekk fútin onki burturúr, tí báðar kvinnurnar vórðu fríkendar.

Hetta er enn eitt dømi um, hvussu illa fyri, útlendingar í Føroyum eru.

Tí í hesum føri var talan um eina russiska kvinnu í Føroyum, sum skuldi útfylla eina umsókn á donskum-har hon ikki skilti eitt orð av tí, sum stóð í umsóknarblaðnum.

Talan var um eina umsókn um at longja arbeiðs-og uppihaldsloyvi og í hesum sambandi skuldi hon eisini vátta, hvussu nógv hon væntaði at fáa í inntøku.

Men tað ringasta av øllum var, at tað var óneyðugt hjá henni at útfylla umsóknina, tí myndugleikarnir høvdu ikki brúk fyri henni.

Tað var tað bara ongin, sum hevði fortalt henni!

Men endaði tað so við, at hendan óneyðuga umsóknin varð fylt út og eftirsum fútin meinti at hon hevði sagt ósatt um lønina, varð kvinnan ákærd fyri at hava givið almennum myndugleikum skeivar upplýsingar.


Hevði rætt til familjusamanføring

Russiska kvinnan var komin til Føroyar í 2002, tí dótturin var her og vildi hava hana at koma higar at passa ommubarnið.

Men árið eftir, í 2003, vildu hon sleppa til arbeiðis í Føroyum og søkti tískil um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og tað fekk hon.

Við árslok í 2003 varð hon gift føroyskum manni og av tí sama hevði hon eisini rætt til familjusamanføring, men tað visti hon ikki av og tískil søkti hon aftur í 2005 um at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvið longt.

Bæði ákærin og verjin eru púra samdir um, at av tí, at konan hevði rætt til familjusamanføring, var tað púra óneyðugt hjá henni at søkja um at fáa arbeiðs-og uppihaldsloyvi longt.

Hon dugir framvegis lítið og onki av føroyskum og sostatt var tulkur til staðar og stuðlaði henni ígjøgnum rættarfundin.

Í umsóknini hevði hon upplýst, at væntandi fór lønin at vera 3800 krónur um vikuna.

Og tað var júst hetta, sum ákærin hongdi seg í. Hann helt, at við hesum hevði konan sagt ósatt, tí hon átti at vita, at so nógv fór hon ikki at forvinna.

Hon arbeiddi á fiskavirki og ákærin legði upplýsingar frá Toll- og Skatt, sum vísti, hevði verið nógv minni enn tað í árunum frammanundan og tí var ongin orsøk at vænta, at hon bara skuldi fáa fulla vikulønir eftir tað

Tí meinti ákærin, at hon hevði villeitt almennu myndugleikarnar.

Skrivarin á fiskavirkinum, sum hevði hjálpt henni við umsóknini, átti eisini at vita, at talið var alt ov høgt og tí varð eisini hon ákærd fyri at hana givið myndugleikunum skeivar upplýsingar.

Annars upplýsti skrivarin á fiskavirkinum, sum hjálpti henni við umsóknini, at tað var ógvuliga sjáldan, at tey ikki høvdu fulla viku.

Ákærin helt kortini, at tað talaði fyri niðursettari revsing, at hvørgin av teimum ákærdu hevði verið í hóslag við lógina áður. Tað talaði eisini til teirra fyrimun, at tað var so langt síðani, at tað fór fram, sum ákæran snúði seg um.

Og so helt ákærin somuleiðis, at tað talaði til teirra fyrimun, at í veruleikanum var tað óneyðugt at biðja um arbeiðs-og uppihaldsloyvi, tí gift í Føroyum, hevði hon rætt til familjusamanføring.

Tí helt ákærin at ein revsing kundi gerast treytað og í hesum sambandi helt hann ein hóskandi revsing var at tær vóru dømdar at sita í 20-30 dagar, men at revsingin varð gjørd treytað, so at tær sluppu undan at sita, gjørdu tær onki annað lógarbrot tað næsta árið.

Øllum hesum vóru verjarnir als ikki samdir í. Teir vístu á, at nógvar vikur hevði talan verið um fullar vikur. Og framtíðarlønin á eini fiskavirking kundi ongantíð verða annað enn ein meting.

Teir hildu lítið um, at ein russari í Føroyum skulu hava fyri neyðini at skriva eina umsókn um arbeiðs-og uppihaldsloyvi donskum-og enntá eina umsókn, myndugleikarnir ikki høvdu brúk fyri, tí hon hevði rætt til familjusamanføring.

- Tað er heilt biml at ákæra hana fyri at hava skrivað eina heilt óneyðuga umsókn, segði annar verjin.

Víst var eisini á, at ein orsøk til, at hon ikki hevði havt fulla tíð, var, at hon hevði verið heima í Russlandi og ferðast í ein góðan mánað.

Dómarin hevði ikki langa tíð um at koma til eina niðurstøðu og hann ikki, at talan var um nakað revsivert. Hann segði, at skuldi talan vara um svik, skuldi talan vera um at svika við vilja og tað metti hann ikki.

Hann vísti á, at lønin á einum fiskavirki vóru ógvuliga ójavnar og eitt tað mátti vera loyvt at eitt ávíst frávik var og lønarseðlarnir hjá russisku konuni vísti eisini, at ikki tvær vikur vóru líkað.

Tì mátti talan vera um eina heildarmeting og útfrá tí fríkendi hann báðar kvinnurnar



-