Tvær konsertir við Annu Nyggard

X-Factor stjørnan, Anna Nygaard, heldur konsert í heimbygdini Runavík og í Tórshavn. Við sær á pallin hevur Anna tað upprunaliga The X Orchestra. Stór autentisk rødd. Ein sonn diva. Eitt náttúrubarn. Eitt hitt størsta talentið, sum nakrantíð hevur verið við í X Factor. Stór, flott orð hava verið at hoyrt um 18 ára gomlu Annu Nygaard, sum var við í X Factor-liveshowunum í 2010. Nú kemur hon so heim til Føroya at halda tvær konsertir í mai. Fyrsta konsertin verður hósdagin 27. mai í Løkshøll í Runavík, heimbygdini hjá Annu. Dagin eftir, fríggjadagin 28. mai, verður farið til Havnar, har Anna vitjar Norðurlandahúsið.

 

Við sær á pall hevur Anna tað upprunaliga The X Orchestra, sum eisini fylgdi øllum tónlistafólkunum í teimum stóru liveshowunum á DR. Tónleikararnir í The X Orchestra teljast millum teir bestu í Danmark; teir hava spælt og samstarvað við nøvn sum Sanne Salomonsen, Tue West, Daniel Bedingfield, Nik & Jay, Johnny Deluxe og Thomas Helmig. Í felag skulu Anna og The X Orchestra aftur framføra sangir sum: ?Tomorrow never dies,? ?American boy,? ?Figther,? ?Whatever happens? og ?You know I?m no good.? Allir eru sangir, sum Anna sang á pallinum í X Factor 2010.

 

Anna hevur eisini gittaristin Hjalta Joensen við sær til tær báðar framførslurnar. Tey bæði hava nú í 9 vikur ligið á føroyska hittlistanum við Change the World.