Í kvøld mikudagin 25. mai verða ikki minni enn tvær konsertir kl. 17 og kl. 19 í miðhøllini í Eiðisskúla á Eiði.
Fyrra konsertin verður við næmingum og skúlaorkestrið hjá Norðljómi. Á skrá verður ein føroysk poppuri sum Ann-Kirstin Dýrindal hegnisliga sett saman sum nevninst “Puvlurkettan skip” og filmslagið til “Olsen-Banden” sum Ólavur Olsen hevur lagt til rættis.
Seinna konsertin eru næmingar hja Norðljómi saman við Eiðis ljómfelag sum í august mánað fer til Gotlands at spæla føroyskan tónleik og vísa svium at vit eisini hava eitt mentunarlív sum er vert at vitja. Á konsertini kl. 19 í kvøld kunna vit hoyra Niels W. Gade fyri klarinett og klaver, Gittar næmingar hjá Heðini Ziska sum spæla egin løg, klaver og messing tónleik.










