Ætlanin er eisini, at hesar kommunur skulu vera javnbjóðis partar av samfelagnum. Tað má so merkja, at tær vera nøkulunda javnar í inntøkugrundarlag, og harvið íbúgvaratali. Men ber hetta til sum støðan er ídag?
Tórshavnar Kommuna telur ídag umleið 20.000,- íbúgvar, og svarar tað runt roknað til 40% av føroya fólki. Samstundis verður snakkað um eisini at leggja Vestmanna og Kvívík undir Tórshavnar Kommunu. Vit fara nú at nærkast 50% av føroya fólki.
Skulu vit so hava sjey javnbjóðis kommunur, mugu kvinnurnar uttanfyri Tórshavnar kommunu verða eitt sindur raskari at eiga børn, tí nú mangla eini 125.000,- føroyingar í. Og tað er bara uttanfyri Tórshavnar kommunu. Vit mugu eisini rokna við, at meðan hinar kommunurnar stríðast við at veksa, veksur Tórshavnar kommuna.
Hitt alternativið er, at landið verður skipað í einans tvær kommunur, men tá gevur tað sjálvandi onga meining at hava kommunur.
Kanska er einasta loysnin at hyggja nærri eftir støddini á Tórshavnar kommunu. Skal hon nú vera so stór sum hon er? Er tað rætt at tráða eftir at leggja so nógv lendið undir seg sum gjørligt, ella eiga vit heldur at endurskoða okkara leiklut sum høvuðstaður?
Havnin er Havnin, mentunar- og vitanarmiðdepil. Og dygd hennara kemur best fram, um vit hava nakrar virkisførar gannakommunur at kappast og samstarvað við.