Tvær gullnálir

Ein tann størsti persónligi heiðurin hjá føroyskum svimjarum er, um svomið verður til eina gullnál. Hesum málinum rukku Kári á Høvdanum og Shaila millum Garðarnar um vikusiftið. Kári svam seg til nálina í 50 metra rygg, og Shaila svam seg til nálina í kappingini á 50 metra firvaldssvimjing.