Tvær gull til Sílið á heimasjógvi

Kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum hevur verið rættiliga hørð í ár, og síðstu róðrarnar hava serliga Sílið og Ørnin kappast um fremsta plássið. Á ólavsøku var tað tó Sílið, sum fór avstað við øllum. – Nú hava vit víst, at vit eru best, sigur Hildigunn Niclasen hjá Sílinum

KAPPRÓÐUR

 

Tað hevur ikki verið lætt at roknað út undan einum róðri hjá 5-mannaførum við kvinnum, hvør fór at vinna hann, tí kappingin hevur verið sera hørð í ár, og fleiri manningar hava verið um boðið til fremstu plássini.

Fyrsta róðurin á árinum megnaðu kvinnurnar umborð á Sílinum at vinna, men eftir hetta steðgaði eitt sindur upp hjá teimum. Á Sundalagsstevnu vann Frúgvin, og á Jóansøku eydnaðist Ørnini at vinna róðurin, og tí var sera nógv, sum bendi á, eftir fyrstu tríggjar róðrarnar, at kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum fór at gerast tann mest spennandi í ár.

Sjálvt um tað ikki gekk so væl hjá Sílinum á Sundalagsstevnu og á Jóansøku, so vóru tað tó tær, sum førdu í samlaðu FM-kappingini, tvey stig framman fyri Frúnna á øðrum plássi og fýra stig framman fyri Fípuna Føgru og Ørnina á triðja plássi.

Eftir Jóansøkuna avgjørdu kvinnurnar umborð á Sílinum tó í roynd og veru FM-kappingina, tá tær vunnu sannførandi sigrar á bæði Varmakeldu og á Fjarðastevnuni, men tað lá tó allíkavæl í luftini, at sjálvt um FM-kappingin var at kalla avgjørd, so kundi alt henda á teimum báðum síðstu stevnunum.

Og á vestanstevnu var so aftur ein nýggjur vinnari funnin. Hesa ferð endaði Ørnin aftur ovast, og so vóru nógv sum fóru at tosa um eina harða kapping millum júst Sílið og Ørnina í síðsta róðrinum á ólavsøku.

 

Sílið stríddi seg til sigurs

Og tað vóru eisini júst hesir báðir bátarnir, sum løgdu harðast út á ólavsøku, men tað var tó alla tíð Sílið, sum hevði munin. Til tíðir royndi Ørnin at gera ein vørr, men hvørja ferð svaraði Sílið aftur. Síðstu 300 metrarnar megnaði Sílið eisini at økja avgerandi um munin, og at enda var eingin ivi um, at henda róðurin fór Sílið at vinna. Á málinum vóru tær knappa bátslongd framman fyri Ørnina, meðan Ritan fyri fyrstu ferð í ár endaði millum tríggjar teir fremstu bátarnar á einum triðja plássi.

Við sigrinum tryggjaði Sílið sær bæði meistaraheitið og sigur á heimasjógvi og ólavsøku, og við hesum var hann eisini einasti bátur hjá Havanr Róðrarfelag, sum megnaði at vinna á ólavsøku.

 

- Hatta var málið

Eftir flotta sigurin hjá kvinnunum umborð á Sílinum fingu vit orðið á Hildigunn Niclassen. Hon segði, at nú høvdu tær rokkið málinum.

- Hetta er heilt fantastiskt. Tað var málið hjá okkum at vinna bæði meistaraheitið og ólavsøkuróðurin, og við sigrinum hava vit eisini víst, at vit eru best, sigur Hildigunn.

Kappingin hevur í alt ár verið sera hørð, og tað hava serliga verið Sílið og Ørnin, sum hava kappast. Hildigunn sigur eisini, at tær vistu, at tær fóru at fáa harða kapping frá Ørnini.

- Vit vistu, at tað fór at vera hørð kapping í dag, og tí skuldi alt til í dag. Vit vistu tó, at vit høvdu klárað hetta fyrr, og vit gjørdu okkara besta í dag, og tað var gott nokk.

At enda legði ein sera fegin Hildigunn afturat, at nú skuldu tær bara út at feira tey bæði gullheiðursmerkini, sum meistaraheitið og ólavsøkuróðurin hava ført við sær.