Talan var um fýra sjólát, umframt at tvær ungar gentur hvurvu á gátuføran hátt á veg úr Leirvík til Eiðis.
- Hesi tilburðir hava livað á manna munni til henda dag, og hetta hevur í stóran mun myndað nútíðar tilvitskuna um sorgarleikirnar, sigur Steffen Stumman Hansen, sum í farnu viku gav út bókina um hetta áhugaverda evnið.
Hann hevur granskað og kannað hesi málini, og hevur samanborið tær skrivligu keldurnar við tær munnligu søgufrásagnirnar um hesar hendingar. Bókin lýsir og greinar tær keldur, ið kunnu vera til hjálpar at varpa ljós á hendingarnar.
- Á henda hátt kunnu vit betur skilja hvørjar fylgjur ið hesar vanlukkur høvdu, bæði persónliga, men eisini fyri tað lítla bygdarsamfelagið, verður sagt.









